Tað almenna keypir inn fyri hundraðtals milliónir um árið, og hevur sum innkeypari góðan møguleika at økja um útboðið av umhvørvisvinarligum vørum. Almennir myndugleikar og stovnar hava eina serliga skyldu til at ganga á odda, tá tað snýr seg um at seta burðardygg tiltøk í verk.
Harafturat kann øktur eftirspurningurin eftir umhvørvisvinarligum vørum hava eina smittandi ávirkan á, hvørjar vørur privata vinnulívið og fólk yvirhøvur keypa.
Grønt alment innkeyp kann lýsast sum ein mannagongd, har tað almenna keypir vørur, tænastur ella fær gjørt byggi- og anleggsarbeiði, sum í longdini hevur minni umhvørvisárin, enn tað, sum annars hevði verið keypt ella gjørt.
Og minst til - tað er ein myta, at umhvørvisvinaligar vørur altíð eru dýrari!
Vilt tú vita meira um grønt alment innkeyp, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.